Grøna orkan má brúkast

Grøna orkan má brúkast
- Skulu vit vera “grøn” í 2030, kunnu vit ikki bara seta fokus á elframleiðsluna, sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður, ið sjálvur sum landsstýrismaður umsat øki í tvey ár.
Elorka, sum er vunnin úr vindi, kostar bara ein fjórðing av elorku, sum er vunnin úr olju
Mynd: SEV  
 
11.01.2025 - 17:46

Ein føroyskur elmarknaður fer at seta meira ferð á grøna orkuskiftið í Føroyum, og tí hava andstøðuflokkarnir í felag lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipa ein slíkan marknað.

At tað kostar fýra ferðir so nógv at framleiða streym úr olju sum úr vindi, sær Helgi Abrahamsen sum ein fyrimun, ið bæði SEV og kundin kunnu gera sær dælt av.

Sambandstingmaðurin sær tað heldur ikki sum ein vansa, at onnur feløg selja SEV streym frá vindorku, sum SEV so skal selja víðari, tí SEV hevur alla tíðina verið partur av hesum arbeiðinum.

Ofta fáa andstøðuuppskot ta lagnu, at samgongan ikki tekur undir við teimum, í landsstýrið arbeiðir við einum líknandi uppskoti, men Helgi Abrahamsen sigur, at tað týdningarmesta er, at føroyski elmarknaðurin kemur, og so hevur tað minni at siga, hvør eigur uppskotið.

Andstøðuuppskotið, sum Helgi Abrahamsen hevur lagt navn til saman við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, verður lagt fram á tingfundi mikudagin.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Helga Abrahamsen:

2025-01-11-Helgi-Abrahamsen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Breddin: Trump aftur í Hvítu húsunum
187774
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534