Óvist nær radarin á Sornfelli kemur

Óvist nær radarin á Sornfelli kemur
Eingin er biðin um at gera radaran, og heldur eingin er biðin um at seta hann upp, vísa skjøl, sum danska kringvarpið hevur fingið innlit
Eftir upprunaligu ætlanini skuldi lofteftirlitsradarin í Føroyum vera klárur at taka í nýtslu í 2028. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.01.2025 - 10:50

Tað gongur illa hjá dønum at seta nýggja radaran upp á Sornfelli.

Í 2022 skrivaðu Føroyar og Danmark undir semju um at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum í sambandi við artiska kapasietespakkan, sum danska stjórnin játtaði 1,5 mia. krónur til, har slakar 400 mió. kr. skulu brúkast til radaran á Sornfelli.

Hann skal hava eftirlit við loftrúminum millum Ísland, Noreg og Bretland, og røkkur 300 til 400 kilometrar.

Men tað er óvist, nær radarin kemur, vísa skjøl hjá danska verjumálaráðnum, sum DR hevur fingið innlit í.

Eingin er biðin um at gera radaran, og heldur eingin er biðin um at seta hann upp.

Eftir upprunaligu ætlanini skuldi lofteftirlitsradarin í Føroyum vera klárur at taka í nýtslu í 2028.

Í februar í fjør segði Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, um radaran, at fýra ár fara til at útvega radaran, og síðani eitt ár til at royna hann.

Tað segði hann í svari til Onnu Falkenberg fólkatingskvinnu. Hann segði eisini, at roynt verður at framskunda hetta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Breddin: Trump aftur í Hvítu húsunum
187774
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534