Trump útlokar ikki at brúka hervald og fíggjarligan tvingsil

Trump útlokar ikki at brúka hervald og fíggjarligan tvingsil
Komandi amerikanski forsetin hevur eisini nevnt møguleikan at leggja serligan toll á danskar vørur
Donald Trump var bersøgin á tíðindafundinum í gjár, eftir at sonur hansara var á vitjan í Grønlandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.01.2025 - 08:40

Donald Trump útilokar ikki, at hann fer at brúka hervaldið til at fáa tamarhald á Grønlandi og Panamaveitini.

Hann fer møguliga eisini at brúka fíggarligan tvingsil.

Tað segði hann á tíðindafundi í gjár, skrivar Ritzau.

Hann var spurdur, um hann kann vísa aftur, at hann fer at brúka hernaðarligan ella fíggjarligan tvingsil fyri at fáa Grønland og Panamaveitina.

Tað kundi hann ikki lova nakað um, var svarið.

 

Brúk fyri báðum

Hann segði, at USA hevur brúk fyri báðum fyri at tryggja sítt fíggjarliga frælsi.

Trump nevndi eisini møguleikan at leggja serligan toll á danskar vørur.

Hetta er fyrstu ferð, hann nevnir tann møguleikan.

USA er størsti útflutningsmarknaður hjá Danmark. 

 

Steffen Kretz.

 

Kannn elva til kreppu

- Hetta kann vera byrjanin til størstu uttanríkispolitisku kreppu hjá Danmark í nýggjari tíð.

Tað sigur Seffen Kretz, korrespondentur í DR, sum er staddur í Nuuk, nú Donald Trump hevur sagt, at hann ikki útilokar at brúka hervaldið til at fáa tamarhald á Grønlandi:

 

08012025_Steffan_Kretz

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632

Meira um sama evni