KVF sendir frá hátíðarhaldinum, tá tunlarnir norðum um Fjall lata upp

KVF sendir frá hátíðarhaldinum, tá tunlarnir norðum um Fjall lata upp
Bæði í sjónvarpinum, útvapinum og her á heimasíðuni ber til at fylgja við hátíðarhaldinum í sambandi við, at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp, frá klokkan 13.10
Nýggi og gamli tunnilsmunnin í Ánunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2024 - 11:36

Í dag er ein stórur dagur í samferðslusøguni hjá fólki norðanfyri, nú nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp. 

Talan er í grundini um ein kollvelting av gerandisdegnum hjá fólki norðafyri, sum við nýggju tunlunum gera eitt 60 ára langt samferðslulop frá 1967 og fram til dagin í dag og framtíðina við. 

>>Sí eisini: Eitt 60 ára gamla samferðslulop

Kringvarp Føroya ger nógv burtur úr stóra degnum norðanfyri, og fer at senda beinleiðis frá hátíðarhaldinum í bæði sjónvarpinum, útvarpinum og her á heimasíðuni. 

Vit byrja at senda klokkan 13.10. 

 

Sjónvarp>>Live-stroymurin frá sjónvarpinum sæst HER.

Útvarp>>Live-stroymurin frá útvarpinum hoyrist HER.

 

Biltúrur gjøgnum tunlarnar

Annars ber longu nú til at koma ein biltúr gjøgnum tunlnarnar við Karl Vang, byggileiðara hjá Landsverki. 

 

20241218_NET_TUNLAR_NORDUR_UM_FJALL

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739