Trump endurgjald frá ABC News

Trump endurgjald frá ABC News
Ein skeiv orðing í eini tíðindasending gevur nú komandi amerikanska forsetanum 100 milliónir krónur í endurgjaldi
Donald Trump fær nú endurgjald, tí sjónvarpsverturin George Stephanopoulos orðaði seg skeivt um eitt av ivasomu málunum hjá komandi forsetanum
Mynd: Kevin Lamarque/Reuters  
 
15.12.2024 - 10:13

Amerikanska sjónvarpsstøðin ABC News er gingin við til at rinda góðar 100 milliónir krónur í endurgjaldi, tí tíðindaverturin George Stephanopoulos í mars mánaði orðaði seg skeivt um komandi forsetan, Donald Trump.

Stephanoupoulos segði, at Trump í eini sivilum rættarmáli var funnin sekur í at hava neyðtikið skrivandi kvinnuna, Jean E. Carroll, í New York einaferð í 90-unum, hóast talan ikki hevði verið um neyðtøku, men kynsligan ágang.

Donald Trump svaraði við at stevna ABC News, ið nú biður um umbering.

Tær 100 milliónir krónurnar, sum sjónvarpsstøðin nú rindar í endurgjaldi fyri tort og sviða, fara til eitt serligt forsetabókasavn, ið Trump ætlar at fáa gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619