Iran: USA og Ísrael feldu Assad í Sýria

Iran: USA og Ísrael feldu Assad í Sýria
Andaligi leiðarin í Iran, Khamenei, sigur, at USA og Ísrael og eitt ónevnt grannaland hjá Sýria løgdu felags ætlan fyri at fáa Assad frá
Ali Khamenei ayatollah í Iran.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.12.2024 - 13:04

Prestastýrið í Iran vil vera við, at USA og Ísrael eru orsøkin til, at Bashar al-Assad, forseti, misti valdið í Sýria sunnudagin.

Hetta er fyrstu ferð, at andaligi leiðarin í Iran, Ali Khamenei, sigur sína hugsan um støðuna í Sýria, eftir at uppreistararfólk róku sýriska forsetan frá valdinum.

Sambært Khamenei eru tað USA og Ísrael og eitt ónevnt grannaland hjá Sýria, sum hava lagt felags ætlan fyri at fáa Assad frá.

- Tað er eingin ivi um, at tað sum hendi í Sýria, er eitt úrslit av einari felags amerikanskari og sionistiskari ætlan, sigur Khamenei við iransku tíðindastovuna IRNA.

Hann leggur aftrat, at Iranska perstastýrið hevur prógv fyri sínum uppáhaldum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762