Ringt at fáa samskiftistænastur at arbeiða saman við myndugleikunum

Ringt at fáa samskiftistænastur at arbeiða saman við myndugleikunum
Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir siga, at brúk er fyri, at fyritøkurnar taka størri ábyrgd og gera meira fyri at tryggja gott og trygt umhvørvi á netinum
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, umboðaði Føroyar á fundinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.12.2024 - 11:17

At Telegram og Signal ikki komu á fundin við løgmálaráðharrarnar og landsstýrismenninar í lógarmálum, hóast fyritøkurnar vóru bodnar, vísir, hvussu trupult tað er at fáa hesar samskiftistænastur at arbeiða saman við myndugleikunum.

Tað stendur í fráboðan frá ráðharrunum og landsstýrismonnunum í Norðurlondum, sum í gjár høvdu fund við Meta, Google, TikTok og Snapchat.

Ísland, Finnland og Áland vóru ikki við á fundinum.

Á fundinum løgdu tær fýra fyritøkurnar fram sínar ætlanir um at basa ólógliga virkseminum á sosialu pallum sínum.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ráðharrarnir og landsstýrismenninir eru samdir um, at hetta er stórt stig á leiðini.

Men brúk er fyri, at fyritøkurnar taka størri ábyrgd og gera meira fyri at tryggja gott og trygt umhvørvi á netinum.

Talgildu tænasturnar vera brúktar millum annað til at fáa børn og ung upp í kriminalitet.

Les niðurstøðuna frá fundinum her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519