Kúvending í Vágs Býráð

Kúvending í Vágs Býráð
Arni D. Brattaberg, fyrstvaldur fyri Tjóðveldi, verður kortini ikki borgarstjóri í Vági. Meiriluti er skipaður við Bjarna Johansen sum nýggjum borgarstjóra
Arni D. Brattaberg verður kortini ikki borgarstjóri í Vági. -Eg hevði eina avtalu við Bjarna Johansen, hálvan tíma áðrenn skipanarfundin í kvøld, sigur hann. Privatmynd.
 
09.12.2024 - 19:45

Tað gongur skjótt fyri seg í nývalda býráðnum í Vági, sum tekur við á nýggjárinum. Undan býráðsfundinum klokkan sjey í kvøld bendi alt á, at Arni D. Brattaberg, fyrstvaldur á lista-E, fór at gerast borgarstjóri 1. januar. Tað váttar hann sjálvur.

-Jú, tað er rætt, at hálvan tíma undan skipanarfundinum í kvøld høvdu vit í Tjóðveldi eina avtalu við Bjarna Johansen. Sambært avtaluni skuldi eg gerast borgarstjóri og Bjarni Johansen varaborgarstjóri, sigur Arni D. Brattaberg.

Men á fundinum í kvøld vendi alt brádliga á høvdið.

Nú var nýggjur meiriluti skipaður, uttan um Tjóðveldi.

Á fundinum varð Bjarni Johansen skotin upp sum nýggjur borgarstjóri í Vágs Kommunu. Tey tvey umboðini hjá Sambandsflokkinum og tey tvey umboðini hjá Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri honum sum borgarstjóra, og hesi fimm hava nú skipað nýggjan býráðsmeiriluta í Vági. Í somu semju, har sitandi borgarstjóri í Vági heldur fram í sessinum næstu fýra árini, er Levi Mørk valdur til varaborgarstjóra.

-Eg má bara staðfesta, at Tjóðveldi er endað í minniluta, sigur Arni D. Brattaberg við Kringvarpið í kvøld.

Bjarni Johansen stillaði upp fyri Javnaðarflokkin á kommunuvalinum 12. november. Men 21. november boðaði hann frá, at hann meldaði seg úr Javnaðarflokkinum.

Kringvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Bjarna Johansen og Levi Mørk í kvøld, men hvørgin tekur telefonina. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519