Valfeløg í Sandoynni mótmæla vegaføringini til Suðuroyartunnilin

Valfeløg í Sandoynni mótmæla vegaføringini til Suðuroyartunnilin
Hoyringarfreistin er longd, og nú verða undirskriftir savnaðar at steðga vegaføringini
Sandur. Øll politisku valfeløgini í Sandoynni mótmæla ætlaðu vegaføringini hjá bygdina í sambandi við Suðuroyartunnilin.
 
04.12.2024 - 15:05

Øll politisku lokalfeløgini í Sandoynni mótmæla nú vegaføringini til Suðuroyartunnilin.

- Vit mugu bara staðfesta, at Sandoyggin er als ikki hoyrd, sigur Gudny Hentze, forkvinna í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag.

Hon rópar varskó saman við Sandoyar Tjóðveldisfelag, Sandoyar Fólkafloksfelag og Sandoyar Sambandsfelag.

Politisku lokalfeløgini í oynni kenna seg púrasta gloymd í stóru tunnilsætlanini, sum í teirra eygum als ikki tekur atlit at Sandoynni.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, varðar av partafelagnum Suðuroyartunlinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hóast  Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, hevur havt evstu ábyrgd av verkætlanini við Suðuroyartunlinum alt samgonguskeiðið, so hevur forkvinnan í lokala javnaðarfelagnum í Sandoynni einki hoyrt frá honum, fyrr enn semjuskjalið var undirskrivað og vegaføringar gjøgnum Sandsbygd almannakunngjørdar.

Hoyringarfreistin er longd, 12. desember, og teir dagarnar fara politisku lokalfeløgini í Sandoynni at brúka til at savna undirskriftir fyri at steðga ætlaðu vegaføringini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04122024_Sandoy_og_Suduroyartunnil

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205