Støðan sæst ikki aftur í tølunum um fátækaváða

Støðan sæst ikki aftur í tølunum um fátækaváða
Skulu vit útvega betri vitan, er neyðugt við fleiri kanningum, sigur Hagstovan
Fátækaváðin er í løtuni sjey, átta prosent. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
03.12.2024 - 13:53

Hóast hjálparfelagsskapir fáa alsamt fleiri umbønir frá fólki, sum eru fíggjarliga sperd, so sæst tað ikki aftur í tølunum um fátækaváða.

Tað sigur Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni.

Fátækaváðin er umleið sjey, átta prosent, og tað hevur hann verið síðani 2019. Árini frammanundan var fátækaváðin níggju, tíggju prosent. 

 

Kári Holm Johannesen er deildarleiðari á Hagstovuni. 

 

Skulu vit útvega betri vitan, er neyðugt við fleiri kanningum, sigur hann.

Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03122024_Fataekavadi_og_Kari

 

Vit hava roynt at fáa viðmerking frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, men tað hevur ikki eydnast.

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739