Vatnflóð í Grikkalandi: Endavendir bilar og avkvettir vegir

Vatnflóð í Grikkalandi: Endavendir bilar og avkvettir vegir
Grimdarregn um vikuskiftið hevur gjørt stóran skaða í Grikkalandi
Vatnflóðin í Grikkalandi hevur endavent bilum á gøtuni.
Mynd: Lefteris Damianidis/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.12.2024 - 14:49

Stormurin Bora, sum um vikuskiftið rakti Grikkaland, hevur havt ógvusligar avleiðingar. 

Serliga norðrari partur av Grikkalandi, sum eisini fevnir um oyggjarnar Rhodos og limnos, hevur verið meint raktur. 

Tað regnaði meira enn 300 millimetrar, og tað elvdi til vatnflóð. Bilar eru endavendir og vegir eru kvettir av. Sambært DR hava í minsta lagi tvey fólk latið lív.

Á Rhodos regnaðu 335 millimetrar frá leygarmorgni til seinnapartin í gjár. Hetta er sama nøgd av avfalli, sum plagar at vera á Rhodos í ein heilan mánað á vetri.

 

Myndir: Reuters/Ritzau Scanpix

 

Bilur stendur fastur í runu.

 

Fólk ganga fram við einum bili, sum er endaður í eini rúgvu av greinum beint uttan fyri ein bygning á Rhodos.

 

Fleiri bilar eru endavendir í eini gøtu millum hús.

 

Tey royna at grava runu burtur við spaka.

 

Sofia Kanelli, 46, og Nikolaos Savas, 51, standa uttanfyri og klemma hvønn annan. Stormurin hevur lagt heim teirra í oyði.

 

Avkvettur vegur á Rhodos. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV