Forkunnugir lutir funnir í Hvalba

Forkunnugir lutir funnir í Hvalba
Rúni Thomsen plagar at ganga í fjøruni, tá brim hevur verið. Tað kemur javnan fyri, at okkurt áhugavert er rikið upp á land
 
02.12.2024 - 10:39

Gongur tú við sjóvarmálan, tá brimið hevur lagt seg, kanst tú vera heppin at finna ymiskt áhugavert. Í seinastuni eru tveir spennandi lutir riknir upp í Hvalba

Sunnudagin, 24. november, fann Rúni Thomsen eina serliga boyu. Talan var um eina runda kúlu við eini antennu.

Tað vísti seg, at hetta var ein veðurboya, sum hevði ligið í sjónum og sent upplýsingar til fylgisvein.

Á boyuni vóru ymsir upplýsingar. Rúni Thomsen skrivaði til teldupostadressu, ið stóð á henni. Á henda hátt kom hann í samband við mannin, sum hevði slept boyuna út.

Tá gjørdist greitt, at hon hevur verið í sjónum síðani á sumri í 2022.


Her sæst drúgva leiðin, sum boyan hevur rikið


Ein annar lutur, ið nýliga er funnin í Hvalba, er eitt størri tól, sum hevur ligið á botni og savna saman ymsar mátingar.

Í báðum førum eru eigararnir áhugaðir at fáa lutirnar aftur.
 
1712019

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519