Síðsta fyrireiking áðrenn EM-bríkslið

bannari
Síðsta fyrireiking áðrenn EM-bríkslið
Í morgin fáa føroysku hondbóltskvinnurnar sín elddóp á stóra hondbóltsvøllinum, tá ið tær skulu spæla sín fyrsta EM-dyst
 
28.11.2024 - 14:13

Nú telja vit tímar, til føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spælir sín fyrsta dyst yvirhøvur í einum EM-endaspæli.

Tíðliga seinnapartin var venjing á skránni í stórslignu høllini, St. Jacobshalle, í Basel í Sveis, sum verður karmur um bólkaspælið hjá bólki C og D. Føroyar eru í bólki D saman við Sveis, Kroatia og Danmark. 


 

Tað var ein løtt venjing á skránni í dag, har serligur dentur varð lagdur á føroyska verjuspælið og samspælið millum Pernille Brandenborg, Bjartu Johansen og Brynju Høj, sum eru mittasti skansin í verjuni. 

 

Føroyski EM-elddópurin
Klokkan 17.00 í morgin, fríggjadag, verður dysturin hjá Føroyum bríkslaður í gongd og er ímóti verttjóðini. Øll 7.000 plássini í høllini eru seld, har væntast kann, at 400 av teimum vera føroyingar í hvítum. 

Føroyar hava tvær ferðir áður spælt ímóti Sveis. Fyrru ferð var í 2018, tá ið Føroyar taptu við fýra málum og seinnu ferð var í 2021, tá ið føroysku kvinnurnar taptu við átta málum. 

Føroyar eru eins og til endaspælið hjá monnum í Berlin í januar, minsta landið, sum er við til EM. 


 

Dystarskrá:

29. november
17:00 Sveis - Føroyar 
Undansendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 16:15
 

1. desember
14:30 Kroatia - Føroyar
Undansendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 13:45

 

3. desember
17:00 Føroyar - Danmark
Undansendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 16:15

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619