EM byrjar í dag

bannari
EM byrjar í dag
Seks teir fyrstu dystirnir í EM-endaspælinum í hondbólti eru á skránni í dag. Tveir dystir vera í St. Jakobshalle, har Føroyar bresta saman við Sveis í morgin
Norra byrjar sína EM-verju ímóti Slovenia í kvøld
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
28.11.2024 - 11:18

Tvær av vertstjóðunum fara á vøllin í dag, tá evropameistaraheitið í hondbólti byrjar.

Ungarn leggur fyri í Debrecen ímóti Turkalandi, meðan Slovakia skal spæla ímóti Eysturríki í Innsbruck.

Triði verturin, Sveis, tekur sum kunnugt ímóti Føroyum í Basel seinnapartin í morgin.

Tveir dystir verða kortini í St.Jakobshalle seinni í dag. Klokkan 17:00 spæla grannarnir Spania og Portugal, áðrenn Frakland og Pólland hittast klokkan 19:30. Føroyingarnir venja í dystarhøllini um middagsleitið, og vit frætta frá teimum seinni í dag.

EM-vinnararnir seinast, Norra, byrjar sína verju av heitinum við dysti ímóti Slovenia í Innsbruck í kvøld. 

 

Dystarskráin, hósdagin 28. nov.

Bólkur A (Debrecen)
17.00: Ungarn - Turkaland
19.30: Svøríki - Norðurmakedónia

Bólkur C (Basel)
17.00: Spania - Portugal
19.30: Frakland - Pólland

Bólkur E (Innsbruck)
17.00: Eysturríki - Slovakia 
19.30: Noreg - Slovenia

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525