Vápnahvíldin kom í gildi í nátt

Vápnahvíldin kom í gildi í nátt
USA hevur fingið semjuna um vápnahvíld í lag, og Frakland hevur hjálpt til
Í Beirut var veittrað við Hisbollah-flagginum, tá tíðindini bórust, at vápnahvíld var fingin í lag.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.11.2024 - 08:13

Klokkan tvey í nátt okkara tíð kom vápnahvíldin millum Ísrael, Libanon og Hisbollah í gildi.

Partarnir hava higartil hildið avtaluna um vápnahvíld, sigur tíðindafólkið hjá DR í Miðeystri, Puk Damsgård. Hon er í libanska høvuðsstaðnum Beirut.

- Tað vóru nøkur ísraelsk luftálop beint fyri klokkan 04 lokala tíð, tá vápnahvíldin skuldi koma í gildi. Men síðani hevur einki álop verið, sigur hon.

USA hevur fingið semjuna um vápnahvíld í lag, og Frakland hevur hjálpt til.

Hizbollah-rørslan hevur tó ikki sagt enn, um hon viðurkennir avtaluna. Men tað fara næstu tímarnir at vísa, skrivar Reuters.

Avtalan sigur millum annað, at ísraelski herurin og Hisbollah skulu taka seg úr Suðurlibanon.

Kríggið millum Ísrael og libansku Hisbollah-rørsluna, sum er á yvirgangslistanum hjá ES og USA, hevur vart í okkurt um 14 mánaðir.

Vápnahvíldin millum partarnar skal slóða fyri, at kríggið í Gasa endar, siga franski forsetin, Emmanuel Macron, og amerikanski forsetin, Joe Biden.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV