Vápnahvíldin kann vera skroypilig

Vápnahvíldin kann vera skroypilig
Avtalan um vápnahvíld sigur, at bæði ísraelski herurin og Hisbollah skulu taka seg aftur úr Suðurlibanon
Henda myndin var tikin í útryðjuni av Beirut í gjár eftir eitt ísraelskt álop, stutt fyri at vápnahvíldin kom í gildi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.11.2024 - 13:09

Í nátt kom vápnahvíldin millum Ísrael og Hisbollah-rørsluna í Libanon í gildi.

Avtalan sigur millum annað, at ísraelski herurin og Hisbollah skulu taka seg úr Suðurlibanon.

 

Heini í Skorini.

 

Kríggið millum Ísrael og Hisbollah, sum er á yvirgangslistanum hjá ES og USA, hevur vart í okkurt um 14 mánaðir.

- Semjan merkir vónandi, at friður aftur fer at valda, sigur Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki:

 

27112024_Heini_1

 

Avtalan hevur eisini við sær, at libanski herurin fer at senda 5.000 til 10.000 hermenn til Suðurlibanon.

Tað er ein altjóða nevnd, mannað við fimm londum, sum skal hava eftirlit við, um partarnir halda avtaluna.

USA, sum hevur fingið semjuna um vápnahvíld í lag, er partur av nevndini.

- Men avtalan er skroypilig, sigur Heini í Skorini:

 

27112024_Heini_2

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762