Vápnahvíld í Libanon

Vápnahvíld í Libanon
Ísraelska stjórnin hevur góðtikið vápnahvíld við Hezbollah í Libanon, tað skrivar Reuters, sum hevur tíðindini frá ísraelsku sjónvarpsrásini Channel 12
Ísraelska stjórnin hevur góðtikið vápnahvíld við Hezbollah í Libanon
Mynd: Ibrahim Amro/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.11.2024 - 18:29

Vápnahvíldin kemur í gildi í morgin.

USA og Frakland hava snikkað uppskotið saman.

Avgerðin varð tikin á fundi í trygdarráðnum í dag, og Benjamin Netanyahu kunngjørdi niðurstøðuna fyri løtu síðani. 

Netanyahu sigur millum annað, at tað er málið hjá ísraelsku stjórnini at tryggja, at íbúgvarnir í Norðurísrael kunnu venda heim aftur.

Túsundtals ísraelar í Norðurísrael eru flýddir heimanífrá orsakað av krígnum í Gasa og rakettálopinum hjá Hezbollah móti Norðurísrael.

 

60 daga skiftistíð

Sambært uppskotinum til avtaluna um vápnahvíld er talan um 60 daga skiftistíð, har ísraelskar deildir skulu fara úr Suðurlibanon.

Hezbollah-herurin skal taka seg aftur frá ísraelska markinum og flyta tung vápn norður um Litani-ánna, - sambært ST-samtykt nr. 1701. 

Samtyktin endaði kríggið millum Ísrael og Hezbollah í 2006, men er ongantíð fylgd.

Libanski stjórnarherurin og ST-friðarvarðveitandi Unifil-deildin skal síðani vera á varðhaldið á markinum, stendur í ST-samtyktini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV