Týskland: Hamas hevur havt fleiri vápnagoymslur í Evropa

Týskland: Hamas hevur havt fleiri vápnagoymslur í Evropa
Samveldisákærin hevur reist ákæru móti fýra limum í Hamas í Týsklandi, og teir eru varðhaldsfongslaðir
Hamas er bæði á yvirgangslistanum hjá USA og ES. (Savnsmynd: Reuters)
 
26.11.2024 - 15:39

Palestinska Hamas-rørslan hevur havt fleiri vápnagoymslur í Evropa.

Tað stendur í eini ákæru, sum týski samveldisákærin hevur reist móti fýra Hamas-limum í Týsklandi.

Vápnagoymslur hava verið í fleiri evropeiskum londum, millum annað í Danmark, skrivar Danmarks Radio.

- Fyri nøkrum árum síðani gjørdi Hamas sær vápnagoymslur undir jørð í fleiri evropeiskum londum. Vápnini skuldu brúkast til møgulig álop á jødiskar stovnar í Evropa, boðar samveldisákærin frá.

Sambært ákæranum gjørdi ein av teimum ákærdu eina vápnagoymslu í Danmark í 2019. Sama árið flutti hann eisini eina skammbyrsu úr donsku goymsluni til Týsklands.

DR veit ikki, hvar í Danmark goymslan er.

 

Eisini í Póllandi og Bulgaria

Samveldisákærin nevnir ísraelsku sendistovuna í Berlin, amerikansku Ramsteim-flogstøðina og økið kring Tempelhof-flogvøllin í Berlin sum møgulig álopsmál.

Umframt Týskland og Danmark stendur eisini, at Hamas hevur vápnagoymslur í Póllandi og í Bulgaria. 

Samveldisákærin sigur, at teir fýra eru ákærdir fyri hava havt "týðandi støðu" í Hamas við beinleiðis sambandi til leiðsluna í hernaðarliga partinum av felagsskapinum. 

Hamas er bæði á yvirgangslistanum hjá USA og ES. 

Teir, sum eru undir illgruna, vóru handtiknir í Týsklandi og Hollandi í desember í fjør, og sita framvegis varðhaldsfonglaðir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV