KvF við hondbóltskvinnunum á EM-vøllin

bannari
KvF við hondbóltskvinnunum á EM-vøllin
Kringvarpið vísir EM-dystirnar hjá Føroyum og hevur fólk í Basel, sum fylgir landsliðnum og føroyingunum annars undir endaspælinum
Jana Mittún og liðskiparin, Pernille Brandenborg, teljast ímillum lyklaspælararnar hjá Føroyum
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
26.11.2024 - 15:45

Nú verður tað. 

Jana Mittún, Turið Arge Samuelsen, Pernille Brandenborg og hinar føroysku hondbóltskvinnurnar eru til reiðar at traðka út á EM-pallin. 

Føroyar skulu aftur spæla við um evropameistaraheitið í hondbólti, og startskotið ljóðar í St. Jakobshalle í Basel fríggjadagin 29. november, har Sveis tekur ímóti. 

Tveir dagar seinni verður Kroatia mótstøðulið, áðrenn bólkaspælið endar við dysti ímóti Kristinu Jørgensen, Mie Højlund og hinum donsku stjørnunum úr Danmark týsdagin 3. desember. 

Kringvarpið vísir dystirnar hjá Føroyum við rúgvumiklari upptakt og hevur fólk í Basel, sum fylgja væl við liðnum og føroysku viðhaldsfólkunum, sum vera í sveisiska mentanarhøvuðsstaðnum hesar dagarnar. 

Sára Jógvansdóttir, Bjarnheðin í Hoyvík, Sjúrður Hildarson Hoydal, Ingi Olsen og Teitur Magnusson manna toymið hjá Kringvarpinum í Basel. 

EM-tilfar verður at finna á øllum pallum hjá Kringvarpinum, men alt verður savnað á serligari EM-síðu á kvf.fo, har tú longu nú millum annað kanst læra føroysku spælararnar betur at kenna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619