EM-mótstøðuliðini: Vertirnir, Balkan-tjóðin og sterku danirnir

bannari
EM-mótstøðuliðini: Vertirnir, Balkan-tjóðin og sterku danirnir
Besti kjansurin at fáa stig er helst í fyrsta dystinum ímóti Sveis, meðan broytingar merkja danska liðið, sum framvegis er krútsterkt. Verri er at spáa um kroatarnar
Anne Mette Hansen telist millum lyklaspælararnar hjá donsku bólkafavorittunum
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
26.11.2024 - 15:40

Føroysku kvinnurnar fáa dygga mótstøðu, tá tær fara undir sítt fyrsta EM-endaspæl.

Fríggjadagin bíðar fyrsti dysturin í Sveis, har vertstjóðin tekur ímóti í St. Jakobshalle í Basel. Sunnudagin spæla Føroyar ímóti Kroatia, áðrenn bólkaspælið endar við braki ímóti sterka danska landsliðnum. 

Breið semja tykist vera um, at besti kjansurin at fáa stig liggur í dystinum ímóti Sveis, meðan Danmark kanska verður ein ov stórur biti. Kroatia, hinvegin, er eitt sindur verri at spáa um.

 

Sveis: Trýst á óroyndari vertstjóð

Vertstjóðin er lutfalsliga óroynd í altjóða topphondbólti, og hetta er bert aðru ferð at sveisisku kvinnurnar eru við í einum endaspælið. Seinast var fyri tveimum árum síðan, tá tað eydnaðist Sveis at fáa eitt stig.

Sveis spælir á heimavølli í Basel, har eini 7000 viðhaldsfólk fara at stuðla teimum av áskoðaraplássunum í St.Jakobshalle. Tað er alt annað líka ein fyrimunur, men tað økir eisini um trýstið á heimatjóðina - kanska serliga undan fyrsta dystinum ímóti Føroyum fríggjadagin, tá fólkakravið verður ein sigur á undirtippaðu føroyingunum, sum eru við fyri fyrstu ferð og komu úr lægsta styrkisbólkinum.

Spælararnir í hópinum koma fyri tað mesta úr sveisisku deildini, hóast nakrir vinna til lívsins uppihald í Týsklandi. Teljast ikki millum hægstu liðini í kappingini; tær flestu eru ímillum 160 og 180 sentimetrar høgar.

Føroyar - Sveis: Í KvF fríggjadagin kl. 16:15

 

Kroatia: Upp og niður síðan bronsuna í 2020

Kroatia er við í EM-endaspælinum fyri 13. ferð síðan fyrstu luttøkuna í 1994. Kroatar tóku øll á bóli fyri fýra árum síðan, tá tað eydnaðist at spæla seg til bronsuheiðursmerkini, men tvey ár seinni endaði Balkan-tjóðin nummar 10. Kortini ræður bjartskygni nú undir nýggja venjaranum, Ivica Obrvan.


Strikuspælarin Katarina Jezic er royndasti spælarin í kroatiska EM-hópinum.

 

Kroatia spældi seg til EM-endaspælið við at enda nummar tvey í bólki saman við Rumenia, Bosnia Hersegovina og Grikkalandi. Kroatia tapti tepurt í báðum dystunum ímóti Rumenia, men vann sannførandi ímóti hinum báðum mótstøðuliðunum. Spælararnir í kroatiska hópinum spæla fyri tað mesta í bestu kroatisku deildini - HC Podravka Vegeta er væl umboða - men nakrir spæla eisini í Rumenia og Ungarn. Lyklaspælarir, sum fyrr hava verið darvaðir av skaða, eru klárir at spæla. Eitt av stóru nøvnunum er Katarina Jezic, sum spælir á strikuni. Hon er royndasti spælarin í kroatiska hópinum og var liðskipari, tá Kroatia vann bronsu í 2020. Var eisini við til at tryggja Vipers Kristiansand Champions League í 2023.

Føroyar - Kroatia: Í KvF sunnudagin kl. 13:45

 

Danmark: Stóri bólkafavoritturin

Danmark telist millum londini, sum kunnu enda á heiðursmerkjaplássunum hesa ferð. Taldust millum stórliðini í 90-unum við millum annað Anju Andersen á liðnum, tá tær vunnu EM, HM og OL-gull, men hava havt ilt við at liva upp til glæsiligu foríðina síðstu árini. Tó so, danir fingu silvur fyri tveimum árum síðani, og hópurin er sera sterkur aftur hesa ferð. Danir gjørdu sum væntað reint borð í undankappingini við sigrum á Póllandi og Kosovo, og Jesper Jensen stendur á odda triðja EM-endaspælið á rað.


Jesper Jensen stendur á odda fyri dønum triðja EM-endaspælið á rað. MYND: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

 

Í Danmark skapti tað yvirskriftir, tá royndi Györ-málverjin, Sandra Toft, ikki varð tikin út, men Anna Kristensen and Althea Reinhardt eru eisini í heimsflokki. Føroyar fingu seg royndar í undankappingini til EM í 2022, tá Danmark taldist millum mótstøðulondini. Á Hálsi gekk illa, og Danmark vann heili 39-19, meðan útidysturin endaði 26-15 til danir. Føroyska liðið er ment nógv síðan ta ferðina, men dysturin ímóti dønum verður risa avbjóðing aftur hesa ferð. Ein lítil fyrimunur fyri Føroyar kann vera, at Danmark longu hevur spælt seg víðari úr bólkinum, tá londini hittast í triðja dystinum týsdagin. Anne Mette Hansen telist millum lyklaspælararnar hjá Danmark. Bakkurin hevur vunnið Champions League tvær ferðir við ungarska stórfelagnumGyör, áðrenn hon skifti til Metz í 2023. 

Føroyar - Danmark: Í KvF sunnudagin kl. 16:15

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096