Stórálop á Ukraina í morgun

Stórálop á Ukraina í morgun
- Russland hevur tíðliga í morgun framt stórálop við dronum og rakettum á ukrainskar býir, sovandi sivil og týðandi undirstøðukervi
 
17.11.2024 - 12:19

Tað sigur ukrainska uttanríkismálaráðið í dag. 

- Hetta er eitt av størstu luftálopum, sum vit hava sæð, sigur uttanríkisráðharrin Andrij Sybiha.

Boðað er m.a. frá spreingingum í høvuðsstaðnum Kyiv og í landsrpørtunum Zaporizjzja og Dnipro. Í Kyiv leitaðu fólk sær skjól í metro-støðum. Eini íbúðarhús skulu vera rakt, og ein kvinna skal hava fingið løstir.

Álop á undirstøðukervið

Sambært orkumálaráðharranum í Ukraina, hevur Russland lopið á orku-undirstøðukervi um alt landið, og nógvastaðni hava fólk mist streymin. Í landspartinum Rivne har vesturi í landinum, hevur Russland lopið á týðandi undirstøðukervi, sigur guvernørurin í landspartinum.

Sambært miðlinum Kyiv Independent, hoyrdust spreingingar í býunum í Kropyvnytskyi, Rivne, Ivano-Frankivsk, Cherkasy, Dnipro, Vinnytsia, Kryvyi Rih, Odesa og Zaporizhzhia. 

Í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív og fleiri hava fingið skaða.

Pólland tilbúgvið

Pólland boðar frá, at landið nú mobiliserar 'allar deildir, sum eru tiltaks', sum aftursvar til umfatandi luftálopið á Ukraina.

Pólland hevur sent jagaraflogfør á flog, - m.a. eisini flogfør frá sameindum londum, sigur polska verjuleiðslan á miðlinum X.

Russland nýtti m.a. krússararakettir og dronur í álopum á Ukraina, - m.a. har vesturi í landinum, sum er við markið til Pólland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Fríggjadag 20. juni
RagnarRokk: Eirikur Hauksson um Maestro
193362
Fríggjadag 20. juni
Morgunlestur fríggjadagur 20. juni 2025
193344
Hósdag 19. juni
Breddin: Hvat bagir fólkaræðinum?
193494
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379