Qatar tveitir Hamas út

Qatar tveitir Hamas út
Myndugleikarnir í Qatar hava givið ovastu leiðarunum í palestinska yvirgangsfelagsskapinum Hamas boð um at fara av landinum innan tíggju dagar.
Forsætisráðharrin í Qatar, Mohammed bin Abdulrahman bin Jassim Al Thani
Mynd: AFP  
 
16.11.2024 - 12:15

Tað er USA, sum hevur lagt trýst á Qatar, so landið ikki longur kann hýsa ovastu Hamas-leiðarunum, skrivar ísraelska avísin Israel Hayom.

Orsøkin til trýstið er, at Hamas-leiðlan hevur noktað eina partvísa avtalu um leyslating av gíslum og fyribils vápnahvíld í Gaza.

Qatar er av oljuríkastu londum og hevur sterk bond til bæði Iran og vesturheimin, og hevur fleiri ferðir verið við til at mekla millum Ísrael og palestinar.

Ovastu Hamas-leiðararnir hava búð í Qatar, síðani teir rýmdu úr Sýria í 2012, tá ið kríggj brast á har.

Israel Hayom veit frá politiskum eygleiðarum at siga, at Hamas-leiðslan heldur flytur til Turkalands, har fleiri teirra longu fóru eftir palestinsku yvirgangsatsóknina í Ísrael 7. oktobur í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Fríggjadag 20. juni
RagnarRokk: Eirikur Hauksson um Maestro
193362
Fríggjadag 20. juni
Morgunlestur fríggjadagur 20. juni 2025
193344
Hósdag 19. juni
Breddin: Hvat bagir fólkaræðinum?
193494
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379