Google dømt í Russlandi

Google dømt í Russlandi
Ein russiskur dómstólur hevur fyri stuttum dømt móðurfelagið hjá Google, Alphabet, at rinda 1,4 kvintilliardir krónur í bót
 
31.10.2024 - 08:07

Ein kvintilliard er eitt tal við 33 nullum aftast, og skalt tú skriva talið, sær tað í hesum föri soleiðis út: 1.210.000.000.000.000.000.000.000.000.000.000. 

Tað merkir, at bótin er risastór, og Google fer neyvan at rinda hana, skrivar Tek.no, - ikki bara tí at rætturin er russiskur ella tí at dómurin neyvan verður framdur móti einum amerikonskum felagi, men eisini tí at 1,41 kvintilliard er nógv meira enn samlaða bruttutjóðarúrtøkan fyri alla klótuna.

Orsøkin til russisku bótina er, at ein rúgva av russiskum miðlum og YouTube-rásum í 2020 vóru raktar av amerikonsku revsitiltøkunum. Og í 2022, tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina, stongdi Google uppaftur fleiri rásir. 

Alphabet sigur, at hetta fær ongar avleiðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762