Gjørt nógv burtur úr 100 ára haldinum

Gjørt nógv burtur úr 100 ára haldinum
Mikudagin vóru hundrað ár liðin, síðani Frelsunarherurin í Føroyum varð settur á stovn, og nógv hevur verið gjørt burturúr. Serliga eina gávu eru tey fegin um at hava fingið.
Frelsunarherurin hevur gjørt nógv burtur úr 100 ára degnum, sum var mikudagin í hesi vikuni
Mynd: Àlvur Haraldsen/Sosialurin  
 
27.10.2024 - 16:59

Fyrst vóru tiltøk suðuri Vági, har Frelsunarherurin hevur verið virkin síðani síðst í 30-unum, og hesa vikuna hava tiltøk so verið í Havn, har alt byrjaði fyri 100 árum síðani.

Jensia Højgaard Kjærbæk, ið saman við fleiri hevur verið við til at stíla fyri, letur væl at undirtøkuni og tí hátíðardámi, sum hevur verið hesar dagarnar.

– Ikki minst eru vit takksom fyri eina gávu upp á 100.000 krónur til okkara sosiala arbeiði, sum veruliga var eitt bønarsvar, sigur hon.

– Vit hava longu latið so nógv í sosiala arbeiðinum higartil í ár, at vit í grundini ikki høvdu pengarnar, so tað var sanniliga kærkomið, at henda gávan skuldi koma júst nú.

Hoyr samrøðu við Jensiu Højgaard Kjærbæk her:

2024-10-27-Jensia-Hojgaard-Kjaerbaek

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV

Meira um sama evni