Góð skoðsmál, men vunnu ikki 

Góð skoðsmál, men vunnu ikki 
Rune Helgeland úr Norra vann kokkakappingina, har evnaríkir ungir kokkar úr teimum fýra NORA-londunum: Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noregi í gjár dystaðust í Reykjavík
Halla Tómasdóttir, forseti Íslands, og teir ungu kokkarnir úr NORA-londunum
Mynd: Gutti Winther  
 
20.10.2024 - 18:25

Halla Tómasdóttir, forseti Íslands, kunngjørdi vinnaran.

Hon segði millum annað, at matur sameinir okkum øll og tað kann eisini sameina okkum, tá ið talan er um mál sum veðurlagsbroytingar, náttúru, hav og Arktis.  

Kappast varð í Hørpu í Reykjavík.

 

Kokkakapping

 

Góð skoðsmál

Sebastian Jiménes Garcia, høvuðskokkur á matstovuni Ræst, umboðaði Føroyar í finaluni.

Jógvan Winther Poulsen, hjálparkokkur hjá Sebastiani í finaluni, segði, at dómararnir góðu føroyingunum góð skoðsmál, men tað rakk ikki á ovasta tindin.

 


Mynd: NORA

Finalistarnir skuldu vísa sínar matlistarligu førleikar, við at gera rættir, ið lýsa ríku og burðardyggu rávørurnar í arktiska køkinum. 

· Forrættur: Saltfiskur, smakkaður til við tara úr Føroyum.

· Høvuðsrættur: Lambshjarta og lambshálsur, við berum úr Noregi og øli úr Grønlandi.

· Omaná: Rabarbur, saman við skyr úr Íslandi.

 

Høvuðskokkarnir saman við Hallu Tómasdóttir. (Mynd: Gutti Winther)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739