Nobel-friðarheiðurslønin í ár latin japanskum felagsskapi

Nobel-friðarheiðurslønin í ár latin japanskum felagsskapi
Felagsskapurin er mannaður við teimum, sum yvirlivdu kjarnorkuspreingingarnar í Hiroshima og Nagasaki undir seinna heimsbardaga
Shigemitsu Tanaka, limur í Nihon Hidankyo, ið yvirlivdi atombumbuna á Nagasaki í 1945, grætur eftir at vinnarin av friðarheiðursløn Nobel í 2024 varð kunngjørdur í Nagasaki í dag
Mynd: Kyodo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.10.2024 - 18:51

Nobel-friðarheiðurslønin verður í ár latin japanska felagsskapinum Nihon Hidankyo. 

Felagsskapurin er mannaður við teimum, sum yvirlivdu kjarnorkuspreingingarnar, sum løgdu Hiroshima og Nagasaki í oyði undir Seinna heimsbardaga.

Tað boðaði Nobel-nevdin frá á tíðindafundi í Oslo í dag.

Nihon Hidankyo upplýsir um ógvusligu avleiðingarnar, sum kjarnorkuvápn kunnu hava fyri menniskju og alt samfelagið.

Felagsskapurin fær Nobelfriðarheiðurslønina fyri átakið at rudda heimin fyri kjarnorkuvápn, og gjøgnum tey, sum yvirlivdu Hiroshima og Nagasaki, at vísa, at kjarnorkuvápn ongantíð eiga at vera brúkt aftur.

Nobelnevndin lýsir vitnisfrágreiðingarnar frá teimum, sum yvirlivdu, sum 'eindømi í størri samanhangi'.

Í fráboðan skrivar nevndin, at 'hesi søguligu vitni hava viðvirkað til og styrkt eina breiða mótstøðu móti kjarnorkuvápnum um allan heim við at siga frá sínum upplivingum, skipa upplýsingarátøk við støði í egnum upplivingum, og við at ávara um at brúka kjarnorkuvápn.

Kjarnorkuvápn eru ikki nýtt í kríggi í nærum 80 ár. 

286 vóru í uppskoti til friðarheiðurslønina í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739