Mikkjal Thomassen eisini besti venjarin í september

Mikkjal Thomassen eisini besti venjarin í september
Liðið hjá føroyska venjaranum er í løtuni á fjórða plássi við 45 stigum
Mikkjal Thomassen er eisini kosin besti venjari í Svøríki í september.
 
11.10.2024 - 11:20

Mikkjal Thomassen er aftur kosin besti venjari í Svøríki, hesa ferð í september.

Hann var eisini besti venjarin í august.

Tað er svenk Elitfotboll í samstarvi við Unibet, sum velja, hvør vinnur.

AIK liggur í løtuni á fjórða plássi við 45 stigum. Tvey stig aftan fyri Hammarby og Djurgården, sum eru jøvn á øðrum og triðja plássi.

Malmö FF liggur nummar eitt í Allsvenskan við 57 stigum.

Tað hevur gingið væl hjá Mikkjali Thomassen, síðani hann tók við sum høvuðsvenjari í AIK í juli.

Hann hevur vunnið níggju dystir, spælt ein javnleik og tapt tríggjar.

Í august vann AIK allar dystirnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590