
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Netanyahu: Libanon kann gerast nýggja Gasa

Libanon kann gerast nýggja Gasa, ávarar Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael.
Hann sigur, at verður Hizbollah ikki tikið av ræði, kann tað enda heilt galið.
- Tit hava møguleikan at bjarga Libanon, áðrenn landið endar í einum drúgvum kríggi, sum hevur oyðilegging og líðing við sær, júst sum vit síggja í Gasa. Tað nýtist ikki at enda soleiðis, sigur Benjamin Netanyahu.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri.
Hann vil hava fólkið í Libanon at venda Hizbollah bakið, soleiðis verður friður aftur í Libanon.
Nógv fólk í landinum eru vorðin troytt av Hizbollah. Men bólkurin hevur framvegis politiskt og hernaðarligt vald í Libanon.
Ein triðingur av fólkinum í Libanon er sunni-muslimar, ein triðingur er shia-muslimar, og umleið ein triðingur er kristin.
Málið hjá ísraelska herinum í løtuni er at reka Hizbollah so mikið langt norður í Libanon, at ísraelar, sum búgva har norðuri í Ísrael, kunnu fara heimaftur.