- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin niðurstøða á fundinum í dag
Seinnapartin í dag viðgjørdi landsstýrismálanevndin svarið, hon fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um fyribilsniðurstøðuna hjá nevndini.
Svarið er 36 síður.
Men landsstýrismálanevndin tók onga avgerð á fundinum í dag viðvíkjandi hoyringssvarið frá Ingilín D. Strøm og Umhvørvismálaráðnum.
Tað váttar Hans Jákup Thomsen, formaður.
Fyribilsniðurstøðan er tann sama sum hjá Landsgrannskoðanini. Hon er, at nógvar og týðiligar ábendingar eru um trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum.
Á skránni hjá landsstýrismálanevndini var eisini ein klaga, sum nevndin hevur um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Har hevur nevndin ikki gjørt fyribilsniðurstøðu enn, og kæran um landsstýrismannin var ikki á skránni í dag.
Dennis Holm hevur latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki, og fyrrverandi starvsfelagi hansara, Árni Skaale kærdi hann fyri tað.