Eitt ár síðani álopið á Ísrael

Eitt ár síðani álopið á Ísrael
Ísrael svaraði aftur við stórálopi á Gasageiran við tí endamáli at gera av við Hamas
Avvarðandi hjá ísraelskum gíslum, sum framvegis eru í Gasa, skipa fyri mótmælisgongu í Jerusalem árdagin fyri Hamas-álopið.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.10.2024 - 08:25

Í dag er eitt ár síðan ófriðurin - ella kríggið - í Gasa byrjaði.

Tað byrjaði við einum yvirgangsálopi frá Hamas, sum leyp á fleiri mál í Ísrael, m.a. ein tónleikafestival og fleiri bústaðarøki.

Hamas, sum stendur á listanum yvir yvirgangsfelagsskapir, bæði hjá ES og USA, tók sambært ísrelskum upplýsingum 250 gíslar henda dagin fyri einum ári síðani, og umleið 1.200 fólk vórðu dripin undir álopinum.

Yvirgangsálopið hevði við sær, at Ísrael svaraði aftur við einum stórálopi á Gasageiran við tí endamáli at gera av við Hamasfelagsskapin.

 

Puk Damsgaard. (Mynd: DR)

 

Júst tað hevur ikki eydnast so væl, tí hóast tær flestu deildirnar hjá Hamas eru viknaðar, er felagsskapurin enn virkin, og stuðulin til Hamas er øktur, sigur Puk Damsgård, sum er korrespondentur hjá DR í Miðeystri:

 

07102024_Puk

 

Ísraelski herurin hevur annars í morgun dripið fýra fólk í libanesiska býnum Srifa, skrivar the Guardian á heimsíðu síni.

Ísraelski herurin hevur ikki gjørt viðmerkingar til álopið, sum tí ikki er váttað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739