USA sendir hernaðarflogfør- og skip at verja Ísrael

USA sendir hernaðarflogfør- og skip at verja Ísrael
Tað er fyri at verja Ísrael móti álopi úr Iran og frá teirra sameindu
Ísraelskt herskip siglir við norðurísraelska býin Haifa í dag, nú støðan er sera spent millum Ísrael og Libanon.
Mynd: Oren Ziv/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.08.2024 - 16:12

USA fer at senda fleiri hernaðarskip og jetjagarar til Miðeystur fyri at verja Ísrael frá møguligum álopum úr Iran og teirra sameindu. 

Tað boðar Pentagon frá sambært bretska kringvarpinum.

Støðan er framvegis sera spent, síðan bæði leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh, í Iran, og ein lyklaleiðari í libanesiskt militanta bólkinum, Hezbollah, vórðu fyribeindir.

Iranski leiðarin, Ayatollah Khamenei, hevur lovað at revsa Ísrael hart fyri at hava fyribeint Haniyeh í Tehran mikudagin. 

Ísrael hevur hvørki váttað ella avsannað at hava beint fyri honum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590