Edward Fuglø listprýðir gittara hjá D-A-D

Edward Fuglø listprýðir gittara hjá D-A-D
Rokkbókurin D-A-D hátíðarheldur 40 ára stovningardag, og í tí sambandi hava teir í bólkinum fingið ymisk listafólk at prýða 40 gittarar
 
13.06.2024 - 14:29

Edward Fuglø, listamaður, hevur, sum einasta listafólk úr Føroyum, fingið ein gittara frá D-A-D at listprýða.

Edward kallar sítt listaverk fyri Dorothy's Adventurous Daydream. Hann hevur fingið íblástur úr filminum frá 1939, "The Wizard of Oz", har 10 ára gamla gentan Dorothy gongur og dagdroymir, eins og Edward ímyndar sær ein ungan mann ganga og dagdroyma í Keypmannahavn og fær íblástur til at skriva størsta hittið hjá D-A-D, ”Sleeping my day away".

Í D-A-D hava teir avrátt við Red Barnet, at teir vilja selja allar 40 gittararnar á uppboðssølu, og at yvirskotið fer til Red Barnet.

Leinki til uppsølu:  Red Barnet 

 

1679061

 

Myndir av gittaranum, sum Edward Fuglø hevur listprýtt:

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590