Stendur mitt í kirkjuni

Stendur mitt í kirkjuni
Øssur Kjølbro tekur sunnudagin við sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi
 
12.06.2024 - 10:26

- Mær dámar væl at siga, at eg standi mitt í kirkjuni, í og við tað, sum kirkjan stendur fyri og tað grundarlag sum kirkjan byggir á, so síggi eg meg sjálvan sum ein klassiskan prest sum stendur mitt á kirkjunnar grund. So kann man altíð royna at koyra prest út á hendan ella handa veingin, sigur Øssur Kjølbro.

Øssur fór niður at lesa gudfrøði í 1994 og kom heimaftur í 2003. Hann hevur virkað sum prestur í ymiskum kirkjum í Føroyum og hevur verið aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini í 10 ár.

 

 

Øssur hevur virkað sum prestur í Christianskirkjuni fyrr, men tekur nú við sum fastur sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Mynd: Báður Lydersen

 

 

- Líka síðan eg fór at lesa gudfrøði, hevur júst hetta prestastarvið verið mítt mál, sigur Øssur.

 

Øssur Kjølbro tekur við sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi sunnudagin. Gudstænastan verður útvarpað beinleiðis.

 

 

1679014

Lurta eftir samrøðuni við Øssur Kjølbro.

 

 

Norðoya vestara prestagjald fevnir um kirkjurnar í Kalsoy, Kunoy, Árnafjørð og Christianskirkjuna í Klaksvík (Mynd Bárður Lydersen) 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV

Meira um sama evni