Nýtt á KVF Sjón: Ymisk og tó - ein øðrvísi andakt

Nýtt á KVF Sjón: Ymisk og tó - ein øðrvísi andakt
"Ymisk og tó" kallast nýggj røð, ið hevur avloyst gomlu andaktina í eina tíð. Farið verður út at vitja prestar, pastorar og prætikufólk at tosa um prætikutekstin
 
17.05.2024 - 15:30

"Vit hildu, at tað kundi verið áhugavert at víst menniskjað aftanfyri andaktina," greiðir Armgarð Arge, ið samskipar átrúnaðarliga økið í Kringvarpinum, frá. 

Sum tann gløggi hyggjarin hevur lagt til merkis, so er gamla andaktin skift út við eina nýggja røð, ið hevur fingið heitið "Ymiskt og tó"

"Hetta er ein roynd at gera nakað eyka burtur úr andaktunum til allar hátíðirnar, og har farið verður runt til ymsu prestagarðarnar at hitta prest, men eisini út at vitja samkomuleiðarar og samkomur." 

Hvítusunnudag og annan hvítusunnudag vera tveir nýggir partar í røðini "Ymisk og tó".

20240517_NET_YMISK_OG_TO_DERHARD_JOGVANSSON

 

Hvítusunnudag er Armgarð Arge á vitjan hjá Derhardi Jógvanssyni, presti,

Annan hvítusunnudag er Armgarð á gátt hjá Jógvani Zachariassen, pastori. 

20240517_NET_YMISK_OG_TO_JOGVAN_ZACHARIASSEN

 

Hvat: Ymisk og tó
Hvar: í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hvítusunnudag kl. 19.35, og annan hvítusunnudag kl. 19.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV

Meira um sama evni