Rumbul í Ríkisfelagsskapinum til EM-endaspælið hjá hondbóltskvinnunum

bannari
Rumbul í Ríkisfelagsskapinum til EM-endaspælið hjá hondbóltskvinnunum
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti endaði í bólki D til sítt fyrsta EM-endaspæl, og skal møta Danmark, Sveis og Kroatia í býnum Basel í Sveis
Mynd: savnsmynd  
 
18.04.2024 - 18:00

Stórur spenningur var í dag um, hvørjar tjóðir Føroyar skulu spæla ímóti til sítt fyrsta EM-endaspæl í hondbólti hjá kvinnum sum verður í Sveis, Eysturríki og Ungar um mánaðarskiftið november-desmeber.

Lutakastið var í Wien í Eysturríki seinnapartin, og tá avtornaði endaðu føroysku hondbóltskvinnurnar í bólki D saman við Danmark, Sveis og Kroatia. 

Ein sera spennandi bólk, har hondbóltsstórmaktin Danmark er favorittur. 

Greitt er eisini, at Føroyar skulu spæla sínar dystir í sveisiska Basel. 

 

Rumbul í Ríkisfelagsskapinum

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 28. november til 15. desember í Basel í Sveis, Innsbruck og Wien í Eysturríki og Debrecen í Ungarn.

Føroyar spæla fyrsta dystin fríggjadagin 29. november, sum verður móti vertstjóðini Sveis í Basel. 

Sunnudagin 1. desember er Kroatia mótstøðuliðið, og tveir dagar seinni, týsdagin 3. desember, verður rumblið í Ríkisfelagsskapinum. Tá skulu føroysku hondbóltskvinnurnar royna at koppa donsku hondbóltsstjørnunum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619