Mett fyri minni: Soleiðis gert tú sóljusjele

Mett fyri minni: Soleiðis gert tú sóljusjele
Várhagasóljan dagar fram í hesum døgum. Her er uppskriftin til sóljusjele, sum Disa og Joan gjørdu í fyrsta parti av Mett fyri minni
 
15.04.2024 - 09:17

Sóljusjele var millum mongu góðkrút-rættirnar, sum Jóan Sørinardóttir og vermamman, Disa Christiansen, borðreiddu við í fyrsta parti av Mett fyri minni.

Hetta varð gjørt burtur úr várhagasóljuni, sum dagar fram í hesum døgum.

Tískil er upplagt at vísa uppskiftina, sum stendur í bókini Góðkrút, sum tær báðar hava skrivað saman við Hansu Christiansen.

Væl gagnist:

 

Várhagasólja

Várhagasóljan er tann sóljan, ið blómar fyrst. Hon veksur bæði í bønum og sera væl fram við vegjaðaranum. Heinta várhagasólju, har lendið er reint og minst 50 metrar frá bilvegi. Skola blómu og bløð áðrenn nýtslu. Minst til bara at heysta lítið av hvørjari plantu, so planturnar ikki verða týndar.

Matgerð við várhagasólju

Várhagasóljan er ein dýrabar lækna- og salatplanta. Cisterciensar munkar mettu hana at vera teirra fínastu salatplantu, og teir hava tí tikið hana við sær úr Suðurfrankaríki til Norðurlond. Tað eru nógv ymisk sløg av hagasólju, og øll kunnu etast. Leggurin hevur ein beiskan smakk, men smáu bløðini kunnu nýtast í salat, blómurnar til te og rótin kann etast sum grønmeti, tá ið hon verður kókað. Hon kann eisini etast rá. Undir Napoleonskríggjunum 1807-1814 vórðu røtur savnaðar saman, brendar, gjørdar til pulvur og nýttar sum kaffi. Turkað bløð og skornar røtur hava verið nýttar í staðin fyri skrátubakk.

Mett fyri minni: Fyrsti partur

Ávaring!

Várhagasóljan er vatndrívandi, og tí skal hon etast við máta. Tað er nokk taraxin, sum er eitt bland av fleiri bitturevniglykosidum, sum er orsøkin til tað. Taraxin finst serliga í fínum, nýggjum skotum. Í stórum mongdum kann plantan vera eitrandi fyri børn. Mjólkin frá legginum kann órógva húðina og eigur ikki at koma á eygu og munn. Frámælt verður at nýta várhagasólju, hevur tú galltrupulleikar.

 

Uppskrift: Sóljusjele

Tilfar:

1 l av vatni

2 súreplir í smábitum

2 appelsinir í smábitum

1 vistfr. sitrón (rivna skalið og sevjan)

1 tsk av turkaðum rósmarin ella eina lítla grein av frískum rósmarini

200 gr av várjjhagasólju, blómuknubbarnir

500 gr av sukri

 

Mannagongd:

Kóka alt í uml. ½ tíma, eisini ta pressaðu og rivnu sitrónina.

Síla alt og mosa súreplabitarnar gjøgnum síluna.

Koyr melatin í fyri at fáa tað at tjúkna. Uppskriftin er á melatinposanum.

Koyr í skáldaðar glaskrukkur.

Heysthagasólja er eins góð og várhagasóljan føðsluevnum viðvíkjandi.

Heysthagasóljan gevur myrkari sjele.

Heyst- og várhagasóljurnar eru sjálvkonserverandi, og tí er ikki neyðugt við Atamoni.

 

Uppskrift úr bókini Góðkrút ( Sprotin 2023 ) eftir Disu Christiansen, Hansu Christiansen og Joan Sørinardóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Mánadag 13. januar
Góðan morgun Føroyar
186207
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182