Katrín bíðar eftir avloysara

Katrín bíðar eftir avloysara
Katrín Jakobsdóttir hevur játtað at vera sitandi sum forsætisráðharri í Íslandi, inntil samgonguflokkarnir hava funnið ein nýggjan forsætisráðharra
Katrín Jakobsdóttir verður sitandi sum forsætisráðharri, til nýggjur stjórnarleiðari er funnin
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.04.2024 - 18:15

Tað er enn ikki greitt, hvat hendir við íslendsku stjórnini, nú forsætisráðharrin Katrín Jakobsdóttir hevur boðað frá, at hon leggur frá sær sum stjórnarleiðari.

Tað ger hon, tí hon stillar upp til íslendska forsetavalið.

Íslendska kringvarpið RÚV skrivar, at sitandi íslendski forsetin Guðni Th. Jóhannesson hevur tosað við leiðararnar í teimum trimum samgonguflokkunum, sum hava boðað forsetanum frá, at teir allir eru sinnaðir at halda fram við samgongusamstarvinum. Flokkarnir eru Sjálfstæðisflokkurin, Framsóknarflokkurin og Vinstra-Grøni flokkurin.

Fríggjadagin legði Katrín Jakobsdóttir frá sær sum forkvinna hjá Vinstra-Grøna flokkinum, men hon hevur játtað at vera sitandi sum forsætisráðharri, til samgonguflokkarnir hava funnið eina semju um, hvør skal koma í hennara stað.

Seinnapartin í dag var Katrín Jakobsdóttir á Bessastøðum á fundi við Guðni Th. Jóhannesson, og aftan á fundin tosaði sitandi forsetin við fjølmiðlarnar.

Tað er ongantíð fyrr komið fyri í Íslandi, at sitandi forsætisráðharrin stillar upp til forsetaval. Spurdur, um hann heldur tað vera óheppið, at Katrín Jakobsdóttir stillar upp, svaraði Guðni Th. Jóhannesson, at tað helt hann ikki.

"Um tað skuldi verið mett sum óheppið, høvdu vit havt onkra avmarking fyri tí í okkara grundlóg. Tað eru ávísar reglur fyri valbæri, og tær haldi eg vit kunnu vera rættiliga fegin um," segði íslendski forsetin.

Sjálv hevur Katrín Jakobsdóttir onga ávirkan á, hvør skal avloysa hana sum forsætisráðharri. Hon vísir á, at nú hon hevur tikið seg úr stjórnini, er tað blivið uppgávan hjá onkrum øðrum at loysa.

Katrin Jakobsdóttir hevur verið íslendskur forsætisráðharri í seks ár. Longst sitandi forsætisráðharri í Íslandi var Davíð Odsson, sum sat í 13 ár frá 1991 til 2004.

Forsetaval verður í Íslandi 1. juni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739