Nógv fleiri bilar í Sandoyartunlinum enn væntað

Nógv fleiri bilar í Sandoyartunlinum enn væntað
783 bilar koyrdu í miðal um samdøgrið í februar. Metingin segði 300-400 bilar um samdøgrið
Ferðslan íSandoyartunlinum í februar var nógv størri enn væntað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2024 - 12:20

Í miðal koyrdu 783 bilar í Sandoyartunlinum um samdøgrið í februar.

Hetta er nógv meira enn væntaða ferðslan.

Metingin segði 300-400 bilar um samdøgrið.

 

Størri ferðsla í ár

Í øllum undirsjóvartunlinum var ferðslan størri í februar í ár enn í februar í fjør.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 5.898. Tað var 5.355 í fjør.

Í Norðoyatunlinum var miðaltalið 4.037. Tað var 3.806 í februar í fjør.

Í Vágatunlinum var talið 2.472. Tað var 2.315 í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595