Eingin lodnuveiða í íslendskum sjógvi

Eingin lodnuveiða í íslendskum sjógvi
Ísland missir milliardir í útflutningsvirði
Leitingin eftir lodnu í íslendskum sjógvi í ár gav einki úrslit
Mynd: Shutterstock.com  
 
05.03.2024 - 08:33

Nú er greitt, at eingin lodnuveiða verður í íslendskum sjógvi í ár.

Liðugt er at leita, og leitingin eftir lodnu gav einki úrslit.

Ísland missir milliardir í útflutningsvirði. 

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er fimm prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Í ár er eingin kvota ásett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214