Vunnu seinna dystin við 18 málum

bannari
Vunnu seinna dystin við 18 málum
Føroyar eru við hesum framvegis við í kappingini um plássini í EM-endaspælinum, skrivar Hondbóltssambandið
Dysturin móti Luksemburg í gjárkvøldið endaði 39-21. Hálvleiksstøðan var 17-9 til Føroyar.
Mynd: Hondbóltssamband Føroya/Andrei Antal  
 
04.03.2024 - 10:50

Kvinnulandsliðið í hondbólti vann eisini seinna EM-undankappingardystin móti Luksemborg - við 18 málum.

Dysturin í gjárkvøldið endaði 39-21. Hálvleiksstøðan var 17-9 til Føroyar.

 

(Mynd: HSF, Andrei Antal)

 

Brynja Høj, leikari á føroyska landsliðnum, lýsir í stuttum dystin:

 

04022024_Brynja

 

Venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Claus Mogensen, er nøgdur, serliga við kontraspælið:

 

04022024_Venjarin

 

(Mynd: HSF/Andrei Antal)

 

Føroyar eru við hesum framvegis við í kappingini um plássini í EM-endaspælinum, skrivar Hondbóltssambandið.

Hetta verður alt avgjørt í apríl, tá Føroyar taka ímóti Svøríki mikudagin 3. apríl. Síðani verður spælt á útivølli móti Íslandi 7. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619