Teenstreet verður aftur í ár í Føroyum

Teenstreet verður aftur í ár í Føroyum
Kristiliga tiltakið fyri tannáringar, Teenstreet, verður aftur í ár fyriskipað í Føroyum, heldur enn at fara til eina stóra legu í Týsklandi
 
06.07.2021 - 11:26

Støðan við korona ger, at stóra, altjóða legan í Týsklandi, er avlýst, og tað helur verða fyriskipaðar 50 legur runt um í heiminum, eitt nú í Føroyum. 

TeenStreet er ein tvørkirkjulig og altjóða ungdómsleguna, sum er hvørt summar. Tað er trúboðarafelagsskapurin OM, sum skipar fyri TeenStreet, og í ár verður legan hildin fyri 27. ferð.

Seinastu árini hava uml. 4000 luttakarar verið á leguni, sum er í eina viku og annaðhvørt ár er í Norðurtýsklandi og annaðhvørt í Suðurtýsklandi.

Leguluttakararnir eru úr fleiri enn 30 ymiskum londum – flest úr Europa.

 

Korona

Støðan við korona hevur broytt umstøðurnar hjá Teenstreet.

Heldur enn at avlýsta leguna, so hava fyriskipararnir borið so í bandi, at tað verða fyriskipaðar umleið 50 legur runt um í heiminum. 

Føroyska legan verður í skúlanum á Argjahamri í døgunum 4. – 8. august, og nógv verður lagt fyri so legan kann líkjast vanligu leguni í Týsklandi, sum mest.

Talan verður um eina legu, ið meira líkist einum festivali, við alskyns møguleikum fyri leguluttakarunum.

Á skránni vera til dømis konsertir, lovsangur, spæl, framsýningar, renning, undirvísing, andaktir, kappingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852

Meira um sama evni