Land og kommunur ágóða av FarGen pengum

Land og kommunur ágóða av FarGen pengum
Landskassin og kommunurnar fáa sín part av pengunum, sum koma úr Danmark til verkætlanina FarGen. Skattaintøkurnar verða omanfyri tvær milliónir
Land og kommunur fáa skatt, tí 2,3 milliónir krónur av teimum tíggju, sum koma úr statskassanum, eru ætlaðar til lønir til fimm fólk
 
04.08.2015 - 12:53

Land og kommunur fáa skatt, tí 2,3 milliónir krónur av teimum tíggju, sum koma úr statskassanum, eru ætlaðar til lønir til fimm fólk.

Tvey fólk í hálvtíðarstarvi skulu í tvey ár arbeiða við ætlanini um at gera eitt granskingarundirstøðukervi fyri eina genomskrá í Føroyum. Genom er allir arvaeginleikar hjá fólki.

Sambært fíggjarætlanini hjá verkætlanini eru ein millión og 80.000 krónur til tvey hálvtíðarstørv, annað er verkætlanarleiðari, sum skal síggja til, at verkætlanin verður framd.

SÍ EISINI Danska fíggjarnevndin skal játta pening til FarGen

Hitt starvið er samskipari. Harafturat eru 736.000 kr. til tveir bioanalytikarar og 480.000 kr. til hálvan phd-lesandi í mýlbiologi, molekylærbiologi.

Granskingarsetrið iNOVA skal hava 120.000 kr. í húsaleigu, 5.000 kr. um mánaðin í tvey ár, og 95.000 kr. fara til at leiga tól frá iNOVA í Granskingarsetrinum.

Neyðugt er at leiga høli frá iNOVA fyri at sleppa fram at tólunum, stendur í fíggjarætlanini. 150.000 kr. eru settar av til ferðing.

Átta milliónir í ár, tvær næsta ár

Slakar 6,2 mió. kr. eru ætlaðar til at lesa genomini og hálv triðja millión til goymslu. Átta milliónir krónur eru í donsku fíggjarlógini í ár, og tvær verða væntandi játtaðar næsta ár.

Mett verður, at í ár verða 3,7 mió. kr. brúktar, 5,5 milliónir næsta ár og 800.000 kr. í 2017. Genomskráin verður stovnað sum partur av vevnaðarskránni hjá Ílegusavninum.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum heldur, at føroyska játtanin í fíggjarlógini til FarGen verkætlanina eigur at gerast størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097