Nýggjárskonsertin beinleiðis í sjónvarpinum

Nýggjárskonsertin beinleiðis í sjónvarpinum
Árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya symfoniorkestri verður í kvøld. Tú kanst síggja konsertina beinleiðis í sjónvarpinum og her á heimasíðuni
Klokkan 19:30 sendir Kringvarpið Nýggjárskonsertina 2015 beinleiðis í sjónvarpinum og á kvf.fo. Á myndini solisturin á konsertini í fjør, russiska sopransangarinnan, Ekaterina Morozova
 
10.01.2015 - 16:16

Árliga nýggjárskonsertin, ið er nummar 21 í røðini, hjá Føroya Symfoniorkestri verður í Norðurlandahúsinum í Havn kvøld klokkan 19:30, og varir konsertin í umleið tveir tímar.

Sangsolisturin hesuferð er heimskendi baritonsangarin Vladimir Moroz frá Sankta Pætursborg, har hann er solistur við Mariinsky Operaina. Føroyski guitarspælarin, Ólavur Jakobsen, verður eisini solistur á konsertini.

Konsertin kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum og á kvf.fo á slóðini her: Beinleiðis sjónvarp (letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436