Hetta verður trupult

Hetta verður trupult
Grikkaland má hava ein sigur móti Føroyum, um teir skulu spæla seg víðari. Føroyar hava ikki fingið stig á útivølli í tíggju ár

11.11.2014 - 10:54

Tað er ikki nógv sum bendir á, at Føroyar skulu fáa stig í Pireus í Grikkalandi fríggjakvøldið. Í veruleikanum talar alt ímóti tí.

Tað er púra vist, at Føroyar møta einum tendraðum liði, sum hevur alt at prógvað.

Grikkaland hevur higartil spælt tríggjar dystir í hesum bólkinum, og teir hava bara fingið eitt stig.

Grikkaland - Rumenia 0-1

Finnland - Grikkaland 1-1

Grikkaland - Norðurírland 0-2

Tí er setningurin hjá grikkum so greiður, sum hann kann verða. Teir skulu hava trý stig í Pireus, og gjarna vinna við nógvum málum, tí støðan í bólkinum er sum hon er.

<strong">Støðan í Bólki E</strong">

1. Norðurírland

9 stig

2. Rumenia

7 stig

3. Finnland

4 stig

4. Ungarn

4 stig

5. Grikkaland

1 stig

6. Føroyar

0 stig

Føroyar sjálvdan stig á útivølli

Tað langt millum snapsirnar hjá føroyska landsliðnum, tá spælt verður á útivølli.

Fyri at finna tað síðsta stigið, er næstan neyðugt, at leita sær í søgubøkurnar.

Síðst tað eydnaðist at fáa stig á fremmandum grasi var í 2004, tá vit vitjaðu á Kýpros.

Tann dysturin endaði 2-2 við málum frá Claus Bech Jørgensen og Rógva Jacobsen.

Síðsti sigurin á útivølli er trettan ára gamal.

Hann kom, tá Føroyar vunnu 2-1 á Luksemburg í 2001 við málum frá Kurt Mørkøre og Christiani Høgna Jacobsen.

Veddingarfyritøkurnar: Grikkaland er stórfavorittur

Kenda veddingarfyritøkan Bet365 bjóðar eisini fólki at spæla upp á dystin millum Grikkaland og Føroyar.

Tað er einki at ivast í, hvør fyritøkan heldur er favorittur at vinna dystin.

Ein sigur til Grikkaland gevur pengarnar 1.14 ferðir aftur, javnleikur 6.50, meðan ein sigur til Føroyar gevur pengarnar 15 ferðir aftur.

Spælt tvær ferðir móti Grikkalandi

Føroyar vóru í bólki saman við Grikkalandi í EM-undankappingini til EM í Onglandi í 1996.

Føroyar taptu fyrra dystin í 1994 1-5 á Svangaskarði. Jan Allan Muller skeyt føroyska málið.

Útidysturin var á Kreta í 1995. Tann dystin vann Grikkaland 5-0.

Seks ferðir stig á útviølli

Føroyar hava tilsamans spælt 59 útidystir síðani byrjað varð at luttaka Í EM og HM undankappingum.

Føroyar hava síðani 1990 spælt tríggjar javnleikir, og tríggjar ferðir hevur eydnast at vinna á útivølli.

1991: Norðurírland - Føroyar 1-1 (Kári Reynheim)

1995: San Marino - Føroyar 1-3 (Todi Jónsson,3)

1997: Malta - Føroyar 1-2 (Øssur Hansen og Todi Jónsson)

1998: Litava - Føroyar 0-0

2001: Luksemburg - Føroyar 1-2 (Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre)

2004: Kýpros - Føroyar 2-2 (Claus Bech Jørgensen og Rógvi Jacobsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. november
Vikuskiftið 7 november 2025
199629
Fríggjadag 7. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Ragnar í Vík
199607
Fríggjadag 7. november
Breddin: Støðan í Sudan
199602
Fríggjadag 7. november
RagnarRokk: STORM um Join The Storm
199597
Fríggjadag 7. november
Morgunlestur fríggjadagur 7.november 2025
199259
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506
Hósdag 6. november
Veðrið
199573