Suzukifrálæran skot fyri bógvin

Suzukifrálæran skot fyri bógvin
Størsta svik í tónleikasøguni, verður sagt um mannin, sum kom við Suzukifrálæruni, Dr. Shinichi Suzuki
Shinichi Suzuki verður nú lýstur sum lygnari
Mynd: Classic fm  
 
27.10.2014 - 11:30

Sambært kanning, sum amerikanski violinlærarin, Mark O'Connor, hevur gjørt, vísir tað seg, at Suzuki, sum doyði í 1998, ongantíð hevur lisið við tónleikakonservatoriið í Berlin, sum Suzuki sjálvur hevur sagt. O'Connor hevur funnið skjøl, sum avdúka, at Suzuki ikki slapp inn á konservatoriið í 1923, tá hann var 24 ára gamal.. Hetta skrivar enska tónleikatíðarritið Classic fm.

Dr. Suzuki skal eisini hava sagt, at hann hevur lisið og fingið frálæru frá kenda violininleikaranum, Karl Klinger. Men O'Connor hevur eisini funnið skjøl, sum prógva at hetta ikki kann passa, tí Karl Klinger var maðurin, sum noktaði Suzuki at sleppa á konservatoriið

"Eg haldi, at hetta er størsta svik í tónleikasøguni, og at eingin hevur kannað fortíðina hjá Shinichi Suzuki," sigur O'Connor, sum heldur fram: "Shinichi Suzuki hevur ikki fingið frálæru frá nøkrum kendum violinlærara, men hevur lært seg sjálvan at spæla violin, sum 18 ára gamal. Shinichi Suzuki hevur ongantíð fingið starv í nøkrum orkestri," sigur Mark O'Connor

Louis Shepherd, fra amerikanska Suzukifelagsskapinum sigur, at hann skilir ikki hví O'Connor skal niðra Dr. Suzuki á henda hátt, og sáa iva um frálæruna hjá Shinichi Suzuki og siga at øll frálæran er bygd á eina lygn.

Suzukifrálæran er mest brúkta frálæran í heiminum til violinnæmingar, sum eggjar næmingunum at læra tónleikin frá minninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436