Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum gevst

Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum gevst
Pero Sore, giktalækni á Landssjúkrahúsinum, hevur sagt seg úr starvi, váttar hann. Í løtuni hevur hann ongar viðmerkingar til málið
Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum, Pero Sore, hevur sagt seg úr starvi. Tað gjørdi hann eisini í 2012, tá hann var ónøgdur við arbeiðsumsstøðurnar her á Landssjúkrahúsinum
Mynd: kvf.fo

01.10.2014 - 08:42

Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum, Pero Sore, hevur einaferð áður sagt seg úr starvi. Tað var í 2012, tá hann var misnøgdur við arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/Archive_Articles/2012/03/12/royna-faa-giktalaeknan-verda-v... at fáa giktalæknan at verða verandi

Tá endaði tað kortini við, at fleiri enn 700 fólk skrivaðu undir áheitan til landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, um at loysa málið - og síðani varð ein loysn funnin. Pero Sore tók uppsøgnina aftur, og fyribilsavtala varð gjørd.

Okkurt bendir tó á, at viðurskiftini hava ikki verið heilt, sum tey skuldu, tí nú er aftur galið. Pero Sore gevst sum giktalækni 1. januar 2015.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/Archive_Articles/2012/03/12/royna-faa-giktalaeknan-verda-v...æknin heldur fram á Landssjúkrahúsinum

Kringvarpið hevur tosað við giktalæknan, Pero Sore. Hann váttar, at hann hevur sagt upp, men hann hevur onga viðmerking í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525