Føroysk børn hava góðar tenn

Føroysk børn hava góðar tenn
Nýggja kariesskrásetingin staðfestir, at talið av børnum í Føroyum við ongum holum er vaksandi
 
29.09.2014 - 13:58

Nýggja kariesskrásetingin staðfestir, at talið av børnum í Føroyum við ongum holum er vaksandi. Enn eru vit tó ikki komin á mál og framvegis er neyðugt við ábótum til frama fyri tannheilsuna hjá føroyskum børnum. 

Í 2013 høvdu 60 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar tenn, t.v.s. tenn við ongum holum, vísir nýggj frágreiðing um kariesskráseting hjá børnum. Hetta er stórur bati samanborið við 1991, tá ið tannlæknarnir fóru undir at skráseta skúlabørn fyri tannsjúkur. Í 1991 høvdu bert 12 prosent av børnunum frískar tenn. 

Somuleiðis eru stór framstig at síggja hjá hinum aldursbólkunum, sum skrásetingin fevnir um. Til dømis høvdu bert 4 prosent av teimum 15 ára gomlu frískar tenn í 1991, meðan talið nú er 34 prosent. 

Norðurlendsk tøl

Í norðurlendskum høpi eru føroysk børn hampiliga væl fyri. Tøl frá 2011 vísa, at í Danmark hava 70 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar tenn, - í Íslandi varð hetta latið 34 prosent.

Hóast stóru framgongdina, so er rúm fyri bata. Í frágreiðingini verður víst á, at framvegis hava tveir triðingar av teimum 15 ára gomlu havt brendar tenn og er hetta ikki nøktandi, sambært tannlæknunum.

Arbeiðast má fram ímóti, at enn fleiri børn og ung varðveita frískar tenn alt lívið. Føroya nú á sama støði sum onnur Norðurlond viðvíkjandi tilboðum Í vár tók eitt samt Løgting undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen, um at víðka skipaðu barnatannrøktina til eisini at fevna um tey 16 og 17 ára gomlu.

Tað merkir at frá 1. januar 2015 er tilboðið um tannrøkt til børn á sama støði sum í okkara grannatjóðum.

Fakta

Tað var í 1991 at tannlæknarnir í Føroyum fóru undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá WHO, fyri at fáa nágreinilig tøl at lýsa tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum.

Seinni varð sett inn í lógina um barna- og ungdómstannrøkt, at ein frágreiðing um kariesskráseting skal gerast annaðhvørt ár og latast Heilsumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067