Vilja finna betri viðgerð fyri etingarólag

Vilja finna betri viðgerð fyri etingarólag
Lutfalsliga nógvir sjúklingar gevast við viðgerðini, áðrenn hon er liðug, og tað hevur við sær verri úrslit
 
23.09.2014 - 10:15

Annika Helgadóttir Davidsen, sum er ph.d.lesandi, og Marianne Engelbrecht Lau, ph.d.leiðari, arbeiða nú við at finna betri viðgerð til fólk, sum hava etingarólag.

Eitt serligt eyðkenni fyri viðgerð av etingarólagi er, at lutfalsliga nógvir sjúklingar gevast við viðgerðini, áðrenn hon er liðug. Hetta hevur við sær, at úrslitini eru verri, enn tey annars kundu verið.

Tær báðar eru farnar undir eina verkætlan, har tær m.a. kanna, um tað við bólkasamrøðum ber til at fáa fleiri sjúklingar at vera longur í viðgerð, og á tann hátt betra um úrslitini.

159 sjúklingar eru við í kanningini. Ætlanin er, at kanningin skal vera liðug við árslok í ár, og farið verður so undir at kanna úrslitini og gera niðurstøður.

Síðani verða sjúklingarnir eftirmettir trý ár seinni. Annika Helgadóttir Davidsen og Marianne Engelbrecht Lau arbeiða á Psykoterapeutisk Center Stolpegaard og á Psykologisk Institut á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938