Løgmaður farin á ST aðalfundin í New York

Løgmaður farin á ST aðalfundin í New York
Tvey føroysk tingfólk sleppa eisini á aðalfundin, sum varar alt heystið
Allir tríggir leiðararnir í ríkisfelagsskapinum eru á ST-aðalfundinum í New York
 
22.09.2014 - 07:47

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er farin til New York at vera hjástaddur, tá aðalfundurin hjá ST verður settur.

Grønlendska landsstýrisforkvinna, Aleqa Hammond, og Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri vera eisini hjástaddar, tá 69.aðalfundurin hjá ST verður settur. 

Løgtinginum stendur í boði at senda tvey tingfólk á ST-aðalfundin. Tey eru tá í donsku sendinevndini á aðalfundinum.

Vanligt er, at eitt tingfólk í samgonguni og eitt í andstøðuni fara til New York í nakrar vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595