- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansival
Dansival - gestur er Jóna Kristin Thomsen
30-10-2024
Lagt til rættis hevur Elin Maria Olsen
Familjan hjá Jónu hevur dansað til hátíðarhald, so Jóna er uppvaksin við spontanum dansi í veitslum.<br/>
Jóna hevur lisið dans í Onglandi, og er samskipari av fjølmentanarvikuni, har dansur fyllir nokkso nógv. Vit tosa m.a. um føroyskan dans og seta hann í samband við dans í øðrum mentanum.<br/>
Vit hoyra:<br/>
Ólavur Riddararós, Turið Sigurdardóttir skipar í Tøkum Lætt ? Brestiskvæði, Hargin Joensen skipar í Sumbiar dansifelag ? Ole Morske, Einar í Geilini skipar saman við nólsoyingum
Dansival
Kvæðasending í útvarpinum.
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023